Tað er klárt og gott veður í Suðurstreymi í morgun. Høg skýggj fyri ein part, men eisini klárt og gott veður við sól – hetta er vestan fyri Kirkjubøreyn.
Júst soleiðis verður ikki allan dag ella í morgin – ólavsøkudag.
Tað er eitt lítið lot í Havn í morgun. Ættin er útnyrðingur-norðan, og tað er góð ætt í Suðurstreymi, siga vælvitandi keldur.
Vindferðin beint fyri middag fyri Føroyar er sambært veðurkortum um 3 til 8 m/s. Eitt sindur meiri norðanfyri, men uppaftur minni í Havn. Hevði ættin farið í beinan norðan, varð blikalogn í Havn.
Seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur – upp í 5 til 10 m/s – og tað verður gráari at hyggja uppeftir.
So er tað hetta góða brúgvalagið, vit hava fylgt við í nakrar dagar og sum hevur argað og forvirrað okkum, sum hava fylgt við. Sum tað sær út nú, fer tað at koma yvir Norðoyggjar um 17 tíðina – ein tíma seinni í Havn. Vindur veksur eitt sindur afturat, upp í 8 til 13 m/s.
Hvussu nógv regn er í hesum brúgvalagi, er ikki lætt at siga. Heldur ikki lætt at gera seg ov avgjørdan, hvussu leingi tað fer at liggja.
Vónandi liggur tað ikki ov leingi – og vónandi er ikki ov nógv væta í tí. Eitt boð er, at tað liggur nakrar tímar – slítur í um 22 tíðina. Men, vit fáa at síggja.
Hitin í dag – ólavsøkuaftan – fer at liggja um 10 til 12 stig.
Soleiðis verður veðrið í nátt eisini – 5 til 10 m/s av útnyrðingi-norði – skýggjað, og fyri tað mesta turt.
Fyrrapartin í morgin – ólavsøkudag, tá ið skrúðgonga er – er skýggjað og helst turt, tó kann okkurt hissini æl vera. Vindferðin framvegis 8 til 13 m/s av útnyrðingi-norði.
Út á seinnapartin fer vindurin at minka, og turt. Um nátturðatíð er vindferðin komin niður í 3 til 8 m/s.
Hitin ólavsøkudag fer at liggja um 9 til 11 stig.
Góða ólavsøku



