Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í februar 2026

Turið Poulsen, Veðurstova Føroya

Februar 2026 fór um sýn fyri góðari viku síðan. Her er eitt sindur um, hvussu hann royndist til veður.

Februar byrjaði við veðrinum, sum januar slepti. Eystanvindurin, ið eyðmerkti seinnu helvt av januar, helt fram hálva aðru viku inn í februar. Hetta komst av, at lágtrýst hava konsekvent ligið í útsynning úr Føroyum, ímeðan hátrýst hava ligið í landnyrðing úr Føroyum, sum mynd 2 vísur. Av tí at luft melur ímóti klokkuni runt um lágtrýst og við klokkuni runt um hátrýst, hava hesi drigið kalda luft ímillum sín eystaneftir ímóti Føroyum. Máldi hitin á veðurmastrini uttan fyri Veðurstovu Føroya í Tórshavn lá ímillum 1,4°C og 7,5°C hesar dagarnar; í miðal 5°C.

Tann 11. februar fór eitt lágtrýst tvørtur um Bretland vestaneftir, sum veðurkortið á mynd 3 vísir. Næstu dagarnar lógu lágtrýst sum heild í økinum eystan fyri Føroyar fram til síðstu vikuna í mánaðinum. Hetta hevði við sær, at vit fingu eitt kalt høgættarrák í hálva aðru viku, serliga av útnyrðingi. Máldi hitin í Havn lá hesar dagarnar ímillum -3,4°C og 4,6°C; í miðal 1°C.

Veðrið síðstu vikuna í februar var meira umleypandi við vindi bæði frá eystri og vestri. Hetta var eisini vikan í mánaðinum, har mátingarnar í Tórshavn máldu einasta stormin, t.v.s. vindferðin var oman fyri 20,8 m/s. Stormurin kom frá einari kuldabrúgv, ið fór tvørtur um Føroyar vestaneftir mikunáttina 25. februar, sum veðurkortið á mynd 4 vísir. Mesta málda vindferðin í Havn var beint eftir midnátt: 23,3 m/s av útsynningi vestri.

Mynd 5 niðanfyri vísir eina vindrósu fyri tey trý omanfyristandandi tíðarskeiðini. Her sæst týðiligt, at eysturættin setti dám á fyrru hálvu aðru vikuna, høgættin setti dám á seinnu hálva aðru  vikuna, meðan síðsta vikan var meira umleypandi.

 

Nøkur hagtøl fyri mátingarnar allan februar eru víst í talvu 1. Í stuttum kann sigast, at miðalhitin, miðal vindferðin og samlaða avfallið vóru øll minni í 2026 samanborið við ein miðal februarmánaða, sí

https://drive.google.com/file/d/1V9zIqQQJUgqFFc_a0wBuDxQWS0Hm1Ang/view.

 

Í hesi grein hevur serliga verið fokus á mátingar uttan fyri Veðurstovuna í Tórshavn, m.a. tí at her hava vit flestu mátingar yvir longri tíðarskeið at samanbera við. Men Veðurstova Føroyar hevur í alt fimm veðurstøðir kring landið. Veðrið er ofta ymiskt frá staði til stað. Mynd 5 og 6 niðanfyri vísa málda vindin og hitan á øllum okkara veðurstøðum fyri allan februar mánaðan. Fyri nærri lýsing av veðrinum á hesum støðunum ber til at fara inn á veðursavnið hjá okkum, sí

https://www.vedur.fo/fo/vedursavn