Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í morgin

Hanus Kjølbro

Vindurin í dag var ójavnur. Mátistøðirnar hjá bæði Landverki og Vørn søgdu frá nokkso ymiskari vindferð.

So er tað veðrið í morgin.

Byrjandi við byrjanini á týsdegnum, so er ættin á midnátt í kvøld útsynningur ella útsynningur-vestan. Miðalvindferðin er 13 til 18 m/s. Hetta er hvassur vindur og skrið. Hvirlurnar er umleið 1½ til 2 ferðir miðalvindin.

Í nátt fer ættin niður ímóti suðuri – hetta er um 3-tíðina. Eina løtu seinni kemur eitt brúgvalag við nógvum regni inn yvir okkum, og tá fer vindur at veksa upp í 15 til 20 m/s og so 18 til 23 m/s um arbeiðstíð í morgin ári.

Nakað fyri middag fer vindurin at minka, samstundis sum ættin fer vestur um sunnan.

Seinnapartin í morgin fer ættin at vera útsynningur-sunnan og útsynningur. Vindferðin fer at liggja um 15 til 20 m/s, og ælaveður.

Eftir midnátt í annaðkvøld fer vindurin aftur at veksa. Ættin fer upp ímóti vestri, og miðalvindferðin fer at liggja um 20 til 25 m/s saman við kavaælingum.

Meira um tað í morgin…