Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í vikuni – og fáa vit hvít jól í ár?

Hanus Kjølbro

At fáa hvít jól snýr seg um at fáa nóg kalda luft at reka ímóti okkum nóg leingi, og at okkurt dregur guvuna burturúr og ger hana til kava.

Í vikuni, sum júst er byrjað, fer eingin køld luft at reka ímóti Føroyum – tó at høgætt hann verða eina løtu mikukvøldið og/ella hósnáttina.

Næstan alla vikuna fer luft at reka ímóti okkum av landsynningi – í løtum eitt sindur høgri, t.e. av eystri, ella eitt sindur lægri, t.e. av suðuri. Men úr suður-eyst-kvadrantium – haðani fer luftin at koma.

Upprunin hjá luftini er økið yvir havinum nakað væl sunnan fyri Føroyar, so hon er lýggj og slavin.

So vit fáa skifandi vindferð – úr 3 til 8 m/s onkra løtu og upp í 10 til 15 m/s onkra aðra løtu. Einki illveður er á veg hesa vikuna.

Skiftandi avfall, sirm ella samregn – og ímillum har skal væntast ælaveður viðhvørt.

Hitin fer at liggja ímillum 5 og 9 stig.

Tað omanfyrinevnda er als ikki nóg góðar fortreytir fyri kavaveðri í Føroyum. Tá ið hendan vikan er farin, eru vit komin til 20. desember, og eingin byrjandi kuldi at hóma til kava á jólum.

Men, seinnapartin mánadagin í næstu viku fer køld luft at reka ímóti norðaneftir, og so fer at kølna. Týsdagin, mikudagin og hósdagin (24. desember) í næstu viku er ættin væntandi útnyrðingur.

Hesar dagarnar kunnu ælingar við kava koma – men sum tað sær út nú, so kunnu vit vænta hvít fjøll og ikki so nógv meiri ann tað.

Vt fáa at síggja, meðan vit vóna.