Høgættin fer at liggja alla vikuna, so vit fara at fáa eitt rák av kaldari luft rekandi ímóti okkum av havleiðunum norðanfyri.
Hitalagið fer at krúpa seg spakuliga uppeftir úr 1-2 stigum mánadag seinnapart upp í 5 stig sunnudagin.
Ongantíð nógvur vindur – mesti vindur onkra løtu mánadagin og allan mikudagin, 10 til 15 m/s. Lítil og eingin vindur aðrar dagar.
Frá mánadegi seinnapart og líka til sunnudagin fara vit at hava smáælingar við kava – annars fyri tað mesta turt.
Veðrið fyri hvønn dag í vikuni.
Mánadag: Um náttina útsynningur, undir 5 m/s, men seinnapartin norðan, 10 til 15 m/s, sum minkar út á kvøldið niður um 5 m/s. Regn um náttina, men tað slítur, eftir at ættin er farin upp í norðan. Eftir tað eru kavaæl.
Hitin fer at liggja um 5-7 stig út á fyrrapartin, men so kavar tað niður í 2 stig nakað eftir døgurða.
Týsdagin: Um náttina og morgunin norðan, 5 til 10 m/s. Eina løtu fyrrapartin landnyrðingur eystan, 5 til 10 m/s. So er aftur norðan, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt, men tó kunnu væntast kavaælingar.
Hitin fer at liggja um 1 – 3 stig.
Mikudag: Norðan ella útnyrðingur norðan, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt, men tó kunnu væntast kavaælingar.
Hitin fer at liggja um 2 – 4 stig.
Hósdag: Norðan ella landnyrðingur norðan, 10 til 15 m/s, sum minkar niður í einar 5 m/s út á seinnapartin. Líka sum dagarnar frammanundan: yvirhøvur turt, tó kunnu kavaælingar væntast.
Hitin fer at liggja um 2 – 4 stig.
Fríggjadag: Landnyrðingur, um 5 m/s. Enn ein dagur, har tað fyri tað mesta er turrveður, tó undantikið løturnar við kavaælingi.
Hitin fer at liggja um 4 stig.
Leygardag: Landnyrðingur norðan, 5 til 10 m/s. Aftur her yvirhøvur turt, tó kavaælingar kunnu væntast.
Hitin fer at liggja um 4 – 5 stig.
Sunnudag: Landnyrðingur norðan um morgunin og fyrrapartin, 5 til 10 m/s. Seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, 1 til 3 m/s. Yvirhøvur turt allan dagin.
Hitin fer at liggja um 5 stig.




