Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Lágtrýstini ferðast beint ímóti Føroyum í hesum døgum. Veðrið er og fer at vera skiftandi

Lágtrýstini taka seg upp yvir teim stóru vøtnunum í USA og Kanada, og eitt hátrýst yvir miðjum Norðuratlantshavi stýrir tey eina leið fyrst ímóti Kappanum og so ímóti Føroyum.

Vindarnir í erva – jettstreymarnir – gera av, hvussu skjótt tað gongur fyri seg.

Luftrákið her hjá okkum í dag og í morgin er av útnyrðingi. So hvørt sum lágtrýstið er farið eystur um Føroyar, fer vindurin at minka og til endans er stilt – ella næstan. Tá hevur ein hátrýstryggur stungið seg upp ímillum hetta lágtrýstið og tað næsta, sum er á veg.

Hetta verður sunnudagin – tá er ein góð løta við lítlum vindi og ongum avfalli. Men tað fer ikki at halda sær leingi.

Sunnukvøldið – ella longu seint seinnapartin – fer ættin í útsynning, vindurin fer at veksa, og tað fer at regna. Tað er tí, at tað næsta lágtrýstið er á veg.

Ættin fer at liggja úr útsynningi og vestri mánadagin og týsdagin. Týskvøldið gongur hann aftur upp í útnyrðing ella nærri norðuri, og har liggur hann til seint mikukvøldið. Tá er tað lágtrýstið farið so langt eysturum, at tað næsta kann koma nærri.

Hátrýstryggurin, sum stingur seg upp ímillum hesi bæði lágtrýstrini – og sum gevur okkum gott veður eina løtu – liggur bert eina løtu mikukvøldið og hósnáttina. Hósmorgun er aftur útsynningur ella sunnan saman við nógvum regni.

…og so fer søgan at endurtaka seg…

Tað eru tær stuttu løturnar ímillum lágtrýstini, sum vit kunnu gleða okkum til.