Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið restina av árinum

Hanus Kjølbro

Forsagnirnar fyri nýggjárið hava ikki verið hugaligar teir seinastu dagarnar. Veðurstovur hava lovað okkum vind og regn – ikki bara gamlaárskvøld, men frá í kvøld og allan morgindagin eisini og eitt sindur afturat.

Tað er eitt djúpt lágtrýst, à 964 hPa, beint vestan fyri Írland, sum hóttir við at forpurra nýggjárshaldið í Føroyum í ár. Kring lágtrýst eru brúgvaløg við regni, og tað er tað eisini rundan um hetta. Tað liggur norðan fyri miðjuna – sí myndina niðanfyri.

Næsta samdøgrið fer lágtrýstið eystureftir, meðan brúgvalagið við regni fer norðureftir. Í skrivandi stund er brúgvalagið nakað sunnan fyri Føroyar, so her er enn ælaveður. Soleiðis verður, til í morgin ári. Tá hevur nógva regnið fingið fatur í Suðuroynna, og nakað seinni – um 10 tíðina ella so – regnar kring alt landið. Í støðum kann vera kavaavfall.

Í løtuni er vindferðin kring landið 8 til 13 m/s av landnyrðingi. Í støðum sunnanfyri tó eitt sindur meir, 10 til 15 m/s. Loftið er samdrigið, og tað er ælaveður. Sum líður á kvøldið eru 10 til 15 m/s kring alt landið.

Í nátt – áðrenn regnið rakar Suðuroynna – veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Ættin fer at liggja millum landnyrðing og eystan – av landnyrðingi eystri(!). Í nátt er samdrigið og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin, sum nevnt er omanfyri, fer at regna, og vindur fer at veksa upp í 15 til 20 m/s. Tá ið komið er til døgurða, eru 15 til 20 m/s av landnyrðingi eystri, samdrigið og regn, í støðum vátakavi ella kavi.

Seinnapartin gongur ættin niður í beinan eystan, og tá ið liðið er nakað út á seinnapartin, minkar vindurin niður í 13 til 18 m/s, og út á kvøldið niður í 10 til 15 m/s. Allan dagin samdrigið og avfall – fyri tað mesta regn, men í støðum vátakavi ella kavi.

Og tað er so veðrið í annaðkvøld – gamlaárskvøld – og alla náttina við. Ikki tað hugaligasta veðrið at vera úti og skjóta fýrverk.

Saman við øllum forsagnum er ivi – viðhvørt er ivin stórur, men tað er hann ikki hesaferð. Vit kunnu vóna, at brúgvalagið fer norðurum eitt sindur skjótari, enn tað sær út til nú….

Livst so spyrt.