Í dag er ættin sunnan og landsynningur í Føroyum. Hyggjandi eftir heimasíðu Landsverks sæst, at vindferðin er í miðal 12-13 m/s kring landið. Mátistøðirnar uppi í skørðum og millum fjøll vísa sjálvsagt meiri vind. Tað er eitt lágtrýst suður úr Íslandi, sum ger luftrákið um okkara leiðir í dag og í morgin. Lágtrýstið fer mestsum at standa í stað, og tað er kring hetta lágtrýst, vindurin melur.
Lágtrýstið náddi síðan størstu megi í nátt; vindferðin verður tí støðug í dag og í nátt. Í morgin fer at minka. Ættin fer ikki broytast tað stóra fyrr enn sunnudagin. Tá fer vindurin at koma úr eystri – í dag og í morgin (leygardagin) fer vindurin at koma úr landsynningi-suðuri.
Vindferðin fer at vera soleiðis sum hon er nú – 10 til 13 m/s í dag og fyrrapartin í morgin. Út á seinnapartin í morgin fer vindurin at minka niður í 7 til 10 m/s. Í annaðkvøld verður uppaftur minni vindur – eini 5 m/s.
So er tað úrdátturin í dag og í morgin. Í dag fer at vera skýggjað – ælingar kunnu væntast. Í nátt fer at vera tættari ímillum ælini, men út á fyrrapartin í morgin verður aftur longri ímillum droparnar. Seinnapartin verða ælini fá – um nøkur. Hitin í dag og leygardagin fer at liggja um 12-13 stig.
Sunnumorgunin fer vindferðin at liggja um teir 5 metrarnar um sekundið, sum so fer at vaksa upp í 12 til 14 m/s seinnapartin og um kvøldið.




