Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskiftið – og verða jólini hvít?

Hanus Kjølbro

Nú er minni enn ein vika til jólaaftan. Í veðurfrøði er tað leingi, tá ið ein skal royna at spáa um veðrið. Men so hvørt sum dagarnir fækkast, gerast veðurforsagnirnar rættari.

Í vikuskiftinum (líka til út á seinnapartin mánadagin) fer veðrið at vera sum tað hevur teir seinastu mongu dagarnar – t.e. ættin hevur verið ímillum sunnan og eystan, vindferðin skiftandi, og tað hevur regnað nokkso nógv, ella ”bert” verið ælaveður.  

Regn ella ælaveður er í morgun, so turt út á fyrrapartin, nógv regn í kvøld, turt í nátt, ælaveður allan morgindagin, og sunnudagin færri ælingar.

Ættin til mánadagin fer at liggja ímillum sunnan og landsynning. Vindurin fer ikki at vera nógvur næstu dagarnar – úr næstan stilli og upp í einar 8 m/s viðhvørt.

So er tað jólaveðrið í ár.

Út á seinnapartin mánadagin, 21. desember, fer eitt lágtrýst at plasera seg í Norðsjógvin og fer at draga luft til sín. Ættin í Føroyum fer tí upp í útnyrðing, og tað fer at kølna. Tað tekur eina løtu at køla nóg nógv til kava, so tað skulu vit ikki rokna við hendir fyrr enn seinnapartin týsdag, at ælingarnir fara at vera kavi ístaðin fyri regn.

Ættin fer at liggja um útnyrðing til middagsleitið hósdagin – t.e. jólaaftan. Tá verður ein eitt sindur lýggjari vesturætt restina av degnum, men hann fer uppaftur í útnyrðing jólanátt, og tað verður aftur kaldari.

Eftir tað fer høgættin at liggja restina av árinum – ella næstan tað.

Eftir hesum kunnu vit vænta kalt veður á jólum í ár og onkrar ælingar viðhvørt. Ikki nóg nógv avfall til at dekka alt landið við kava, men heldur bert fjallatopparnar og eitt sindur meiri enn tað, har sum ættin er tann rætta til kava.

Forsøgnin fyri jólini er meiri enn eina viku frammi í tíðina. Tað sær soleiðis út í løtuni, men viðurskiftini kunnu broytast munandi enn – báðar vegir.