Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðurtekn um seyð

Hanus Kjølbro

Veðrið á virkar alt djóralív.

Hendan ærin lá á bønum gjárkvøldið. Hon hevði lagt beinini lagt fram.

Í bókini hjá Osmundi og Jórun Justinussen – í kjalarvørrinum, skriva tey á blaðsíðu 192 m.a., at:

Ærnar, sum lógu á bønum í morgun, høvdu lagt frambeinið langt fram um snútan, so verður tað góðveður í dag.

Myndin omanfyri er tikin á kvøldi, men taka vit veðurteknið fyri tað, tað er, so hongur tað væl saman og gevur góða meining – bert forskotið hálvt samdøgur fram (ella aftur).

Veðrið í gjár á Viðareiði var sera gott. Klárur himmal og lýtt og stilt. 

Tað var tað eisini í dag. Kanska ikki so klárt allan dag, men góðveður.