Nú summarið stendur fyri, eru nógvar uppgávur innan røkt ymsa staðni í býnum, har garðar, spælipláss, vegir og ymiskt annað verður tikið hon um, nú veðrið er betri.
Ein at stóru uppgávunum í summarhálvuni, er at dagføra gonguteigarnar yvirum vegirnar – at mála teir av nýggjum.
Tað eru heilt serlig amboð, ið verða brúkt til tað, og skal hetta arbeiðið ganga skjótt í góðum veðri fyri ikki at vera ov nógv til ampa fyri ferðsluna.
Í dag var so ein av heilt góðu døgunum júst til hetta arbeiðið, og væl lá fyri.



















