Hækking av veiðigjaldinum tekur grundarlagið undan teimum nýíløgum, sum nú eru ávegis í Barentshavinum, sigur JFK Trol m.a í sínum hoyringskrivi til ætlaninar hjá landsstýrinum at hækka veiðugjøldini
Í dag fer løgtingið at viðgerða Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap.
JFK Trol hevur sent inn hoyringsskriv og niðanfyri eru høvuðsviðmerkingarnar:
1. Tilfeingisgjaldið í Barentshavinumer uttan iva sett ov høgt.
a. At fiska í Barentshavinum gevur eina meirinntøku til føroyska landskassan upp á 36,5 mió. kr. við einum veiðigjaldi upp á kr. 1,08pr. kg.
b. At fiska í Barentshavinum gevur eina meirinntøku til føroyska landskassan upp á 52,4mió. kr. við einum veiðigjaldi upp á 2,16kr. pr. kg.
c. Veiðigjaldið fyri botnfisk í Barentshavinum hækkar 140% í 2026 við støði í miðalprísinum fyri 2022 uppá 21,50 kr/kg.
d. Endurnýgging av skipunum í Barentshavinum er í samsvari við tær ætlanir, sum landsstýrið hevur, at øll veiða skal gagnnýtast og koma í land – Alt í land. Tó vil landi seta hesar íløgur í vanda.
e. Hækking av veiðigjaldinum tekur grundarlagið undan teimum nýíløgum, sum nú eru ávegis í Barentshavinum.-íløgurnar eru gjørdar undir teimum fyritreytum, sum vóru galdandi tá sáttmálarnir um nýbygging vórðu undirskrivaðir. Ein hækking av tilfeingisgjaldinum á yvir 100% hevur tí alvorliga ávirkan.
f. Heimaflotin:Eykakostnaður hjá JFK upp á 9 mió. kr




