Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veiðugjøldini óbroytt

John William Joensen

Sum vit skrivaðu í gjár hevur landstýrið nú fullkomiliga slept ætlanunum at broyta tilfeingisgjøldini.

Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú lagt sama uppskot um tilfeingisgjøld, sum var galdandi fyri 2018 fyri aftur løgtingið, har einasta broytingin er at uppskotið nú eisini er galdandi fyri 2019.
 
Samstundis er greitt at fiskidagarnir verða óbroyttir komandi ár.