Ringasta regnið er farið norðurum. Miðalvindferðin kring landið er 10 til 15 m/s – í fjøllum og skørðum heilt fitt meiri enn tað, sjálvandi. Ættin er landsynningur-sunnan.
Soleiðis fer hann at liggja eina løtu – ælaveður verður aftur um 1-2 tímar. Um 10 tíðina ella so veksur vindurin upp í 18 til 23 m/s – eitt sindur minni norðanfyri.
Eftir midnátt er ættin farin vestur um sunnan, og vindurin vaksin enn eitt vet – upp í 20 til 25 m/s. Mesti vindurin sunnan- og vestanfyri – eitt sindur minni í Eysturoy og í Norðuroyggjum.
Vindurin heldur á til umleið 8-tíðina í morgin. Tá fer at minka. Á middegi er komið niður í 8 til 12 m/s.
Í mun til forsagnir fyrr í dag og í gjár, so er talan um eitt sindur minni av vindi.




