Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vel ein hermann 12. november!

Hermann Samuelsen

Eftir at tað hevur verið alment í eina tíð, at eg stilli upp til býráðsvalið tann 12. november, vil eg í hesari grein, lýsa míni kommunalpolitisku áhugamál, og greiða eitt sindur frá, hvat eg standi fyri

 

 

Eg eri 23 ára gamalur og havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki. Tí var tað ikki trupult hjá mær, at taka avgerð um at stilla upp til býráðsvalið 12. november. Tá ið tað snýr seg um kommunalpolitikk, eri eg bæði idealistur og perfektionistur. Eg havi ta fatan, at vit í Klaksvíkar Kommunu skulu hava stórar visjónir og vera framsøkin – bæði á vinnuliga, mentanarliga og trivnaðarliga økinum. Og so haldi eg eisini, at kommunalar verkætlanir eiga í nógv størri mun verða framdar við góðum estetiskum sansi, soleiðis at vit skapa eina vakra kommunu!

Tað eru fleiri økir, sum mugu at raðfestast hægri og bøtast um komandi árini. Nøkur av teimum politisku málunum, sum eg ætli mær at arbeiða fyri, eru stutt lýst niðanfyri:

 

Menningin av miðbýnum skal halda fram og fríðkan skal raðfestast!

Seinastu árini er nógv gjørt fyri at menna ein nýggjan miðbý í Klaksvík. Hendan menning skal halda fram. Verkætlanir, sum longu eru byrjaðar, skulu greiðast úr hondum við skynsemi, so at vit kunnu fáa ein tiltrongdan miðdepil í býnum. Umframt hetta, so er tað sera týdningarmikið at knýta miðbýin betur saman við restina av býnum. Eg ímyndi mær eina gongugøtu kring vágna, sum ikki
einans bindur býin saman, men eisini gevur fólki ein øðrvísi møguleika at flyta seg uppá – bæði til gongu og á súkklu.

Vit eiga eisini at leggja nógv størri dent á viðlíkahald og fríðkan, so at býurin verður eins vakur, sum komandi miðbýurin.

 

Varðveitsla av søgu og mentan skal virðismetast og raðfestast!

Mentan og søga er nakað sum liggur mær nær. Um eg verði valdur, vil eg virka fyri, at vit í nógv størri mun varðveita okkara býarsøgu, heldur enn at niðurlaga hana. Vit eiga at virðismeta mentanarliga og søguliga arvin.

 

Ferðsluviðurskiftini skulu endurskoðast og vegakervið skal viðlíkahaldast!

Undir verandi samgongu hevur verið arbeitt við at bøta um ferðslutrupuleikar í Klaksvík og neyðugt er framhaldandi at arbeiða miðvíst við hesum. Fleiri staðni í býnum eru ferðsluviðuskiftini als ikki nøktandi, og forðar hetta fyri eini smidligari ferðslu. Vit mugu finna rótina til hesar trupulleikarnar, so at ferðslan kann flóta betur.

Ein týðandi uppgáva hjá kommununi er viðlíkahald. Fysisku karmarnir mugu og skulu viðlíkahaldast. Vegakervið er stórt, men viðlíkahald er eisini galdandi fyri gongubreytir og gøtur. Hettar raðfesti eg, tí gongubreytir og gøtur eru ein týðandi partur av ferðslukervinum fyri gongufólkið.

Eitt av mínum hjartamálum er eisini, at vit fáa økir í Klaksvík, har bilar ikki fylla so nógv – tað má bera til at flyta seg frítt til gongu og á súkklu í okkara býi.

 

Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar skulu framvegis mennast í kommununi!

Seinastu árini eru fleiri íbúðarblokkar bygdir í kommununi og eisini er ein nýggj útstykking á Fossum framd. Hóast hesi átøk er eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis stórur. Tí er alneyðugt, at vit at menna fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, so at tað verður lættari at seta føtur undir egið borð.

 

Fíggjarligt skynsemi!

Vit í Klaksvíkar Kommunu skulu altíð stremba eftir at menna okkum so nógv sum tilber. Við fíggjarligum skynsemi og við virðing fyri skattaborgaranum skal borgarin kenna seg væl umboðaðan í teimum verkætlanum og íløgum, sum kommunan fremur – soleiðis fáa vit eina rúmliga kommunu. Og tað er sanniliga týdningarmikið, at valdu politikarnir vita, hvørjir borgarans tørvir eru, so at vit á bestan hátt kunnu fremja fólkaræðið í kommununi.

Eg havi nú lýst nøkur av mínum hjartamálum. Eg fari at skriva meira um hesi mál, og helst fleiri aftrat, í komandi tíðum. So tað er bara at halda seg dagførdan.

Góði lesari, vel ein hermann í býráðið 12. november!

Hermann Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin