Seinastu tíðina hevur kjak aftur verið um loysnina at tryggja Viðareiðis vegin, heldur enn at samtykkja fyriliggjandi uppskot um eina tunnils loysn.
Seinastu tíðina hevur kjak aftur verið um loysnina at tryggja Viðareiðis vegin, heldur enn at samtykkja fyriliggjandi uppskot um eina tunnils loysn. Róð hevur verið uppundir, at tað er fíggjarliga skilaleyst at velja tunnilsloysnina, ið nú er mett at kosta eini 30 milliónir meir, enn avsett er í íløguætlanini. Fleiri tingfólk hava ført fram, at ein vegaloysn er eins góð og munandi bíligari. Tað er rætt, at ein vegaloysn er munandi bíligari, men trupulleikin er, at henda loysnin ikki gevur neyðugu trygdina. Sambært frágreiðing, ið Landsverk hevur umbiðið úr Noregi, verður trygdin fyri bíligaru vegaloysnina um 70-80%. Um ein vegaloysn skal fremjast, ið gevur størri trygd so verður henda munandi dýrari, eisini dýrari enn tunnilsloysnin. Javnaðarflokkurin var tann flokkur í ABC samgonguni, sum í 2010 mælti til at taka trygdina framum nýggjar tunlar Norð um Fjall og tí fáa framt eina loysn á trupuleikan við Viðareiðisvegnum fyrst.
Okkara grundgeving var, at vit mæltu til at taka trygdina framum, hetta fingu vit semju um í samgonguni. Tí vilja vit, eisini nú, mæla til at vit seta trygdina í hásæti og velja tunnilsloysnina.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna




