Javnaðarflokkurin er stóri sigursharrin meðan Sambandsflokkurin er stóri taparin. Stór fjøld veit ikki hvar krossurin skal setast
Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri Norðlýsið.
Sambært kanningini missir samgongan meirilutan. Á løgtingsvalinum í 2019 fekk samgongan 17 tinglimir ímeðan andstøðan á tingi hevði 16 tinglimir. Hetta er broytt sambært kanningini til 15-18, tvs at samgongan gongur 2 tinglimir aftur og andstøðan gongur tveir tinglimir fram.
Tað er javnaðarflokkurin sum er stóri sigursharrin sambært kanningini. Javnaðarflokkurin gongur tríggjar tinglimir fram, ímeðan Sambandsflokkurin missur tveir tinglimir.
Hinir flokkarnir standa í stað, tó uttan Sjálvstýri, ið missir sítt umboð á løgtingi, sambært kanningini.
Merkisvert er at heili 16,4% ikki vita hvønn tey høvdu valt, sambært veljarakanningini. Óvissan er størst hjá størru flokkunum.
Kanningin varð gjørt sunnudagin 7. november.





