Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjaraskifti í SMS deildini

Jóhann Lützen

Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini. Hetta er gjørt í sátt og semju við nevndina og venjara. Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari.

Venjaratoymið ið kemur at taka yvir restina av kappingarárinum, eru, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein. 

Tey bæði hava drúgvar royndir innan hondbólt og eisini hevur Svein Rógvi royndir sum venjari. Annika er eisini eitt sera kent andlit hjá stjørnuni, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið heiðursmerkir til felagið og hevur verið leikari í fleiri ár. 

Vit gleða okkum til komandi samstarv við Svein Rógva og Anniku.