Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjaratoymið hjá KÍ er klárt umframt 21 leikarar

Jákup Ósá

Síðstu tíðina hevur KÍ fingið venjaratoymið uppá pláss.

 

(grein úr blaðnum)

 

KÍ kunngjørdi fyrr í desember, at Molde-legendan Daniel B. Hestad verður hjálparvenjari hjá Magna
Hoseth. Daniel hevur síðani 2016 vant U19 og eykaliðið hjá Molde. Har hevur Molde vunnið NM hjá
U19 síðstu tvey árini og í 2016 umframt í 2017, tá Erling B. Haaland, sum vit í dag kenna sum
stjørnuálopsleikara í Manchester City, var á vinnandi Molde-liðnum hjá Daniel B. Hestad, ið sum leikari
eigur metið fyri flest dystir í bestu norsku deildini(473). Afturat Daniel, so halda Sjúrður Jacobsen og
Geza Turi fram í venjaratoyminum.

 

Eingin styrkur enn

Tá blaðið fór til prentingar (20 des.) hevði KÍ framvegis ikki kunngjørt nakran nýggjan leikara. Sum skilst er ein
nýggjur málverji ovast á listanum, og har verður tað mest sannlíkt ein útlendingur. Rói M. Hentze er
nevndur sum eitt boð uppá ein, sum skal kappast um málmansplássið. Rói spældi við B68 í 2021 og 2022,
har 2022 var nógv ávirkað av skaðum. Sum skilst er tó møguleiki fyri, at hann verður frískur aftur frá
byrjan í 2023. Hyggja vit eftir hópinum, so er tað í álopspartinum, at KÍ manglar leikarar ímun til hópin í
2021 og 2022. Har manglar ein fyri Jóannes Bjartalíð og ein fyri Bob Sumareh/Valerijs Sabala, sum hava
kappast við Páll A. Klettskarð. KÍ kann koma at spæla upp móti 40 skrásettum dystum og meir, um tað fer
at ganga heilt væl í altjóða kappingunum.

 

KÍ-hópurin í løtuni:

Málverjar:

Verjuleikarar:
Jóannes K. Danielsen
Odmar Færø
Heini Vatnsdal
Børge Petersen
Patrick Da Silva

 

Miðvallarleikarar/kantar:
Deni Pavlovic
Jákup B. Andreasen
Dávid B. Andreasen
Mads B. Mikkelsen
Árni Frederiksberg
Anders Holvad
Jonn Johannessen
Óli Ey. Poulsen

 

Álopsleikari:
Páll A. Klettskarð

 

Bakkar, miðvallarleikarar og kantar:
Claes Kronberg
René S. Joensen

 

Ungir leikarar uttan stórvegis royndir:
Jákup Vilhelmsen
Tóki á Lógv
Símun Kalsø
Olaf K. Hansen
Silas Gaard

 

Høvuðsvenjari:
Magne Hoseth

 

Hjálparvenjarar:
Daniel B. Hestad
Sjúrður Jacobsen

 

Málmansvenjari:
Geza Turi