Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjarin verður ikki til dystin

Jógvan Skorheim

Tað er staðfest í morgun, at venjarin verður ikki til dystin í morgin. Ístaðin verður tað hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen, sum koma at taka sær av KÍ frá síðulinjuni.

Sum skilst, so er venjarin blivin sjúkur – uttan at tað er nakað álvarsamt. Hann er heldur ikki blivin so mikið birgur, at tað var hugsanir um, at fáa hann til hópin í Bratislava í morgun. Tað merki, at hann ikki kann vera við til dystin í kvøld. KÍ má eisini hugsa um leikararnar, sum heldur ikki skulu smittast, nú fleiri dystir eru fyri framman.

Í kvøld byrjar dysturin kl. 20.00 føroyska tíð, og kann hann síggjast á TV2 Play.

KÍ skal aftur spæla dyst á Tvøroyri sunnudagin, síðani EB-Streymur á útivølli mikudagin og so ÍF á heimavølli sunnudagin 1. oktober.

Harleyfacadeacryl