Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjingartíðir hjá Mjølnir

Jóhann Lützen

Flogbóltsfelagið í Klaksvík hevur verið í gongd við fyrirekingarnar til komandi kappingarár í eina tíð

Meistaradeild kvinnur og menn hava verið í gongd mesta partin av summarinum – í Íðka og í hallunum. Ungdómsdeildirnar fara í gongd nú.

Felagið ger nógv burturúr at menna venjararnar. Í dag eru tríggir teirra á serligum venjaraskeiði í Kollafirði har teknisk venjing á breddanum saman við landsliðsvenjaranum. 

Enn ber til at koma at spæla við Mjølnir. Tað er bara at møta upp til venjing, sum sæst á myndini omanfyri.