Nú eru 2 dagar farnir síðan seinastu meting av veðrinum á jólum í ár.
Bert ein stór vika er eftir til jólaaftan.
Eitt skjótt skimm í veðurkortini hetta til jóla.
Vit fara at liggja undir einum hátrýsti í vikuskiftinum. Tað merkir vanliga gott veður við lítlum vindi.
Mánakvøldið í næstu viku – t.e. 4 dagar fyri jól – fer køld luft at reka ímóti Føroyum av leiðunum kring Norðpólin. Um so verður, fer tað at kølna í Føroyum – og spádómarnir eru, at hitalagið fer niður ímóti frostmarkinum.
Tað er ikki so nógv avfall tengt at hesum rákinum av kaldari luft, men har sum fjøllini eru høg, kann kava, hóast einki brúgvalag er.
Vit fáa at síggja.
Vánirnar – og vónirnar – at fáa hvít jó í ár, eru eitt sindur betri enn skrivað varð fyri nøkrum døgum síðan.
Vit royna aftur um nakrar dagar….



