Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Verður Annika Olsen vald í Fólkatingið, verður Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn

John William Joensen

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, hevur gjørt greitt at verður hon vald í Fólkatingið, leggur hon borgarstjórasessin frá sær.

Tá fólkatingsvalið er av er hálvt annað ár eftir av valskeiðnum hjá sitandi býráð í Tórshavnar Kommunu. Men stutt eftir at Fólkaflokkurin kunngjørdi at Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, var valevni til fólkatingið, boðaði Annika Olsen frá, at um hon varð vald í fólkatingið fór hon at siga borgarstjórasessin frá sær.  Men lyfti sum Annika Olsen hevur givið veljarunum kann kosta Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð borgarstjórasessin.

Ferð Annika Olsen úr býráðnum, kemur Sjúrður Olsen inn ístaðin og hann váttar í kvøld fyri Norðlýsinum at tekur hann sæti í býráðnum ferð hann at atkvøða fyri Heðin Mortensen, tá borgarstjórin skal veljast.

– Eg haldi at Heðin bliv valdur av borgarunum til borgmeistara við heili 2.506 atkvøðum. Tað eiga vit at lurta eftir, sigur Sjúrður Olsen í stuttari viðmerking.