Hugaliga myndin við vinnuaktivunum á Kósini er møguliga ein søgulig mynd, tí verður fiskivinnunýskipanin endaliga samtykt við triðju viðgerð í komandi viku, so eru skipunum, sambært mongum norðoyingum, ikki lív laga.
Norðlýsið hevur fylgt fiskivinnunýskipanini neyvt síðan samgongan byrjaði arbeiði við henni.
Vinnulívið, reiðarar og arbeiðarafeløg úr Norðoyggjum hevur mestsum alt vent tummilin niður til ætlaninar hjá samgonguni.
Borgarstjórin hevur ávarað um munandi lækking í skattainntøkunum, ið vil ávirka bæði íløgu- og rakstrarsíðuna hjá kommununi.
Serligur áhugi hevur verið kring samgonguumboðini úr Norðoyggjum – Jónleif Johannesen og Óluvu Klettskarð, sum bæði hava verið undir stórum trýsti. Tey hava í samrøðum við Norðlýsið víst á, at nýskipanin ikki fer at fáa negativar avleiðingar fyri Norðoyggjar.
Stóru reiðararnir í býnum – Hanus Hansen og Kristian Martin Rasmussen – hava báðir í samrøðum við Norðlýsið gjørt greitt, at fiskivinnunýskipanin fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri teirra virkisemið. Hanus Hansen hevur sagt at Sjúrðaberg rýkur og Kristian Martin Rasmussen nevndi, at lagnurnar hjá Norðborg og Christian í Grótinum eru óvissar.
Hvørki Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð tóku orðið, tá fiskivinnunýskipanin var til 2. viðgerð í løgtinginum fríggjadagin. Tá atkvøðan varð liðug, høvdu tey bæði atkvøtt fyri fiskivinnunýskipanini. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt teirra grundgevingar fyri hví tey taka undir við málinum.
Norðlýsið fer at royna at fáa eina viðmerking frá teimum báðum áðrenn málið kemur til 3. viðgerð í komandi viku.




