Hann er kendur úr Premier League sum leikari.
Portal.fo skrivaði mikudagin, at nýggjur KÍ-venjari mest sannlíkt verður ein royndur norskur venjari. Nú er navnið kom út, og er talan um 46 ára gamla Eirik Bakke. Eirik Bakke kenna mong kanska frá Premier League, har hann m.a. spældi við Leeds í fleiri ár.
Hann hevur fitt av venjararoyndum. Árini 2015-2021 var hann venjari hjá Sogndal. Í 2015 og 2016 í næstbestu deildini, har tað eydnaðist at flyta upp seinna árið. Í 2017 og 2018 spældi Sogndal í bestu deildini, har liðið flutti niður seinna árið. Í 2019, 2020 og 2021 spældi liðið í næstbestu deildini. Í 2023 bleiv hann settur sum fyribils venjari árið út hjá Lillestrøm í bestu norsku deildini. Har spældi hann fast við eini 3-5-2 leikskipan. Í 12 dystum vann Lillestrøm fýra, spældi tveir javnar og tapti seks.
Nú stendur hann uttan felag. Og er sambært portal.fo sannlíkt venjarin, sum KÍ fer at kunngera longu áðrenn vikuskiftið.


