Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Verður spælandi á Skála leygardagin?

Jákup Ósá

Veðurforsøgnin er einki serlig til leygardagin, tá KÍ skal spæla á Skála.

Sagt verður frá nógvum vindi og nógvum regni leygardagin. Sostatt er ivasamt, um tað verður spælandi á Skála, har Skála-KÍ eftir ætlan skulu spæla kl. 17.00.

Verður dysturin útsettur, so er helst mest upplagt at leggja hann mánakvøldið, tá sagt verður frá góðum veðri. Allir hinir fýra dystirnir liuggja sunnudagin, tá tað verður sagt frá nakað frægari veðri enn leygardagin, men ikki eins gott sum mánakvøldið.

Tí gita vit, at broytist forsøgnin ikki, so er sannlíkt, at dysturin verður útsettur til mánakvøldið. Tá liggur hann framvegis einsamallur ein dag.