Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Verkfallið er av

Jóhann Lützen

Nú í kvøld er greitt, at verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum, ið hevur vart í knapt 4 vikur, er av. Partarnir eru komnir til eina semju, men báðir partar lata sera illa at semjuni.

Sum skilst er talan um eina hækking upp á 13% yvir tvey ár. 

Semja er undirskrivað millum Vinnuhúsið/Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og tey fimm verkafeløgini Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, umframt Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið kom upp í felagssamráðingarnar seinni. 

Bæði umboð fyri verkafeløgini og Niels Winther, umboðið fyri arbeiðsgevararnar, siga við Kringvarpið, at talan var um eina sera dýra semju. Serliga dapurskygdur var stjórin í Vinnuhúsinum, sum sigur, at meirútreiðslan fer at kosta arbeiðspláss, og at húsagangir í privatu vinnuni eisini kunnu koma upp á tal. 

Enn hevur Starvsfelagið ikki boðað frá, at samhugaverkfallið frá týsmorgni kl. 6 verður avlýst, men tað kann takast sum givið, at tað verður.