Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Verkfalsvaktir uttanfyri hjá Kanjon

Jóhann Lützen

Hetta kostar okkum 20.000 kr. um tíman, og tann rokningin verður send víðari til arbeiðarafelagið, sigur Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon.

Í morgun sluppu hvørki bilar ella amboð av matrikklinum hjá Kanjon, tí verkfalsvaktir stóðu fyri. 

Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon, upplýsti fyri Norðlýsinum, at hetta kostaði fyritøkuni 20.000 kr. um tíman, og tann rokningin verður send víðari til arbeiðarafelagið.

Heri Reynheim, umboð fyri arbeiðarafelagið, sigur í stuttari viðmerking til Norðlýsið, at tey útinna bert sín rætt.