Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Verkstaðið í Klaksvík

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Tríggir íverksetara – ella sum tær skriva seg, 3xíverksetar, halda til á Klaksvíksvegi 70. Verkstaðið er arbeiðsplássið hjá trimum kreativu damunum, Unn, Fíu og Áslu, sum yvirtóku leigumálið her í august 2018.

Tær eru íverksetar, sum sniðgeva ymiskt klæði og hondarbeiði, eins og prýðislutir, loysa úr lagdi og gera klæði, eins og nógvar ymiskar klædnaumvælingar. Er snarlásið farið ella hol á alboganum, knænum ella aðrastaðni, legg so at landi, siga tær!

Damurnar, sum eita Ásla Heinesen, Fía Heinesen og Unn Baldursdóttir hava ymiskar bakgrundir og útbúgvingar og taka sær av hvør sínum uppgávum, tó at tær oftani taka hond í hjá hvørji aðrari, og eru stuðlandi við ráðum og hugskotum.

Teirra ymiskleiki er ein styrki, ið stuðlar væl undir einum góðum toymi við rættiliga kreativa og handverksliga spennandi verkstaði, sum við teirra ymisku sniðgevingar hugskotum, ger tær serstakar.

Tær hava hvør sítt horn at sita í á verkstaðnum, við hvør sínum amboðum. Ásla bindur nógv ymiskt og ger nógvar áhugaverdar prýðislutir. Tá ið vit vóru framvið, hevði hon gjørt oyraringar úr súkkluslangum.

 

Ødn Wear

Unn Baldursdóttir hevur eitt serstakt samstarv við Ødn Wear. Talan er um, at systrarnar Heidi og Sólvá Lindenskov Róadóttir eru partur av Verkstaðnum, og hava tær kontór og goymslu har.

Eftir summarstevnurnar G- og Summarfestivalin, hava tær samlað telt, sum tær so gera heilt serlig klæðir  burturúr – oftast regnjakkar, ryggsekkir og eisini baði- og sminkutaskur.

Tær kalla henda partin av Verkstaðnum fyri Ødn Wear, ið m.a. ger klæðir úr teltum, og er tað einamest Unn, sum sniðgevur og seymar fyri Ødn Wear.

Ásla bindur litríkar troyggjur og ger endurnýtslu-smykkur, eisini serligar umbønir og bíleggingar eftir máti. Á uppslagstalvuni hjá Áslu hongur ein mynd av henni, sitandi á borðinum sum smágenta, meðan abbin situr og bindur frammanfyri. So okkurt íborið hevur hon.

Klæðini hjá Áslu, prýðisluti eins og spennandi vørurnar hjá Ødn Wear eru til sølu á Verkstanum.

Fía umvælir klæðir og annað tekstil og seymar serligar umbønir um snið og stødd. Tá ið vit vitjaðu, var ein dama har, sum vildi hava ein jakka innseymaðan.

– Eg taki fegin ímóti øllum seymiuppgávum, umvæli ella leggi upp, segði ein fyrikomandi Fía – Støkk inn á gólvið, so finna vit útav tí, legið hon afturat.

Á uppslagstalvuni hjá Fíu hekk mangt ymiskt spennandi, og var eisini Dalai Lama sloppin uppí part, sum hevur ein heldur lítillátan klædnabúnað.

 

Burðardyggar loysnir

Sigast kann um Verkstaðið, at tær hava burðardyggar loysnir og hugskot. Umseyma, umvæla og gera ábøtur á gomul klæði. Teirra mál er m.a. at umvæla, heldur enn at koyra burtur og keypa nýtt.

Føroysk framleiðsla, sum tær kalla tað!

Altíð vælkomin inn á gólvið á Verkstaðnum, ið hevur opið gerandisdagar kl. 10 – 16, tó stongt mikudagar.

Og sjálvandi eru tær so framkomnar, at tær eru at finna á Instagram og FaceBook undir heitinum, Verkstaðið.

Ein spennandi fyritøka í spennandi hølum – Og har angar av kreativiteti, fyritaksemi og skapanargleði.