Evnið í skránni fyri Virkið vár hesa vikuna er plantur og spírar. Barngarðsbørn fara m.a. at planta ymiskar spírar á Akursmørk, og eisini verður skipað fyri plantuverkstovu, har øll kunnu melda seg til.
29. mai hevur Maud Wang Hansen eina verkstovu, sum eitur Spírar, har familjur hava møguleika at planta gróðurkvistar í smáar pottar.
Tiltakið er frá kl. 10:00 til 12:00 og frá kl. 13:00 til 15:00.
20 fólk kunnu luttaka til hvørja verkstovu, sum verður framman fyri býráðshúsið. Tilmelding fer fram umvegis leinkjuna: klaksvik.fo/virkid-var
Til ber eisini at trýsta her: Plantuverkstova.
Tey, sum fáa møguleika at luttaka, fáa eina váttan um luttøku sendandi við telduposti.
29. mai frá kl.10:00 letur býargartnarin eisini trø í arbeiðsskýlinum við Djúpumýru. Somuleiðis verður átakið Føroyar lesa á staðnum við bókini ”Sprettur og spírar”, sum er ein urtagarðsbók til børn.” Til ber at keypa bókina, tá ið trøini verða heintað.
HÚSIÐ SPÍLAR SEG ÚT 29. MAI
Konsert verður eisini í Dávavirkinum, har Adrenaline og Høgni Lisberg framføra. Konsertin byrjar kl. 22.30, men atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 19.30. Kostnaður er 100kr. Talan er um eitt rúsfrítt tiltak, har øll ung eru vælkomin.
MYNDABÓKA-POSTARENNING
Hósdagin 3. juni skipar Klaksvíkar bókasavn fyri myndabóka-postarenning í umhvørvinum við bókasavnið.
Postarenningin er fyri tey yngru børnini og saman við vaksnum. Postarenningin byrjar og endar á bókasavninum, og kann roynast millum kl.10.00 og 17.00.
Umframt postarenningina verður ein søga lisin kl.11.00 og 16.30. Hvørjar søgur verða lisnar er loyniligt, tí høvuðspersónurin í søgunum er onkur av teimum, sum gitast skal um til postarenningina. Lutakast verður millum luttakararnar um tríggjar myndabøkur. Um veðrið ikki er til vildar 3. juni, verður tiltakið flutt til fríggjadagin 4. juni.
Undir heitinum Virkið vár verður sostatt aftur hesa vikuna varpað ljós á tiltøk í býnum, sum eru heilsufremjandi kropsliga og sálarliga.
Kunning um onnur tiltøk í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni, kunnu sendast til Duritu Samuelsen umvegis duritas@klaksvik.fo.



