Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Verkstova um kreppustýring

Tekstur: Klaksvik.fo: Myndir: Oliver Joensen

Umboð frá kommununi, sløkkiliðnum, bjargingarfelagnum, Landsverk og fyritøkunum Magn og Bakkafrost hava í tríggjar dagar luttikið á skeiði, sum hevur til endamál at fyrireika lyklapersónar, stovnar og virki best møguligt, skuldi ein kreppustøða tikið seg upp.

Fyrst varð undirvíst í leiðslu og samskipan og síðan var arbeitt við ymiskum hendingum, sum kravdu skynsama kreppustýring.

Ein hending, sum arbeitt var við, var ein vanlukka í norðoyatunnlinum, harumframt eitt størri ferðsluóhapp á Ánavegnum. Báðar støðurnar elvdu til álvarsligar fylgiskaðar og tvístøður, og setti tað stór krøv til samstarv og samskifti millum tey, sum luttóku.

Karl Johansen, borgarstjóri, luttók eisini. Hansara leiklutur var at gera eina samrøðu við eitt miðlafólk, sum hevði áhugað í, at fáa hann at lýsa støðuna og at koma við einari kunning til borgararnar í kommununi. Sigast má, at hansara royndir, sum sýslumaður og politistur, lótu ongan iva vera í, hvat eigur at vera sagt og ikki í einari tílíkari støðu.   

Skeiðið bleiv fyriskipað í samstarv við Professionshøjskolen í Keypmannahavn, Fróðskaparsetur Føroya og Sermersooq kommunu (Nuuk).

Skeiðið er partur av einari granskingarverkætlan, ið skal kanna, hvussu væl smærri samfeløg megna at loysna eina slíka avbjóðing. Ætlanin er síðan at menna og tillaga skeiðstilfar, sum kann nýtast á smáplássunum.