Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vestanstevnuróðurin í dag kann avgera nógv

Jákup Ósá

Vit kunnu finna onkran FM-vinnara, men í summum róðrum kann úrslitið í dag eisini gera, at vit fáa reinar FM-finalur á ólavsøku.

Kappróðrarárið 2023 hevur roynst væl hjá norðoyingum. KRF hevur sum felag fingið tey javnt bestu úrslitini, meðan NHR hevur bjóða av á hægstu rók við 10-mannaførum og hevur enn møguleikan at vinna FM har í hørðu kappingini við Klaksvíking hjá KRF.

Í dag er Vestanstevnuróður í Miðvági, har tað plagar at verða gott at rógva, um líkindini eru hampulig. Hetta er næstseinasti FM-róðurin og tískil í summum førum sera avgerandi fyri kappingina.

Í barnaróðri dreingjum hevur Fípan Fagra vunnið allar róðrarnar og er 10 stig frammanfyri nr. 2

Hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur Fípan Fagra ein trygga leiðslu, men hevur tó ikki vunnið tær báðar síðstu stevnurnar. Vinnur Fípan Fagra í dag, so hevur Fípan Fagra vunnið FM.

Hjá 5-mannaførum dreingjum 14-16 ár liggur Sævarmoy fremst í FM-kappingini, men seinast endaði Sævarmoy á 2. plássi og tí er bara eitt stig á muni aftur til Geytan. Vinnur Sævarmoy í dag, so er 2. pláss á ólavsøku nokk til FM, men vinnur Geytin og Fípan endar á 2. ella 3. plássi, so verður finalan á ólavsøku.

Hjá 5-mannaførum dreingir 17-18 ár hevur Fípan Fagra vunnið allar róðrarnar og Fípan Fagra vinnur FM í dag, um báturin endar nummar eitt ella tvey.

Hjá 8-mannaførum liggur Nevið Reyða væl fyri at vinna FM. Nevið Reyða hevur fimm stig aftur til Knørr og hevur vunnið allar róðrarnar uttan ein.

Hjá 10-mannaførum er helst størsti spenningurin, tí har hevur kappingin verið mest spennandi í ár. Tað eru bæði 10-mannaførini úr Norðoyggjum, sum kappast. Klaksvíkingur og Norðingur hava kappast og skift um at vunnið. Undan hesi stevnuni er 3-2 til Klaksvíking. Tað hevur verið so mikið langt aftur til Vestmenning, at vit mugu rokna við, at hesir báðir eisini enda á teimum báðum fremstu plássunum á ólavsøku. Tí má Norðingur vinna í dag, um vit skulu fáa eina reina FM-finalu á ólavsøku hjá 10-mannaførum. Vinnur Klaksvíkingur, so skal okkurt óvanligt til sum eitt reytt kort, ein brotin ár ella okkurt annað, um Klaksvíkingur ikki vinnur FM á ólavsøku.

Kappróðurin í Miðvági byrjar kl. 15.00.