Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vetrarferia í 2025

Jóhann Lützen

Eg eri komin somikið langt í fyrireikingunum, at eg vóni og vænti, at henda broyting kemur í gildi skúlaárið 2024-2025. Tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025

 

Orðini eigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, sum hevur svarað fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu, sum spurdi landsstýrismannin hvussu tað gongur at skipa fyri vetrarferiuni, ið landsstýrismaðurin umrøddi í fyrr í ár.

Djóni Nolsøe Joensen sigur hartil í svarinum, at ætlanin er at skipa vetrarferiuna hjá skúlunum soleiðis, at ein vika verður stytt av summarfrítíðini hjá fólkaskúlanum.

Harleywoodpaint