Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vetrarljós 2019

Tíðindaskriv

Tiltakið Vetrarljós verður leygarkvøldið 2. februar í Havn, fyri 6. árið á rað.

Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.

Í stuttum er tað eitt hátíðarhald av, at vit ganga ímóti ljósari tíðum. Tað vera tí nógv tiltøk á skránni í miðbýnum frá kl. 19 og fram til á midnátt.

Í ár eru tað kaffistovur, barrir, handlar, samkomur o.o. ið skipa fyri konsertum og øðrum tiltøkum.

Tiltakið er ókeypis.

 

 

Meira kunning og skrá sæst á okkara facebook síðu: “Vetrarljós”

Skráin kann eisini takast niður á Sona appini.