Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Við FD á bógnum og Eyðólvi Vang sum skipara

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Fyri lítlari løtu síðani, loysti Kallanes frá bryggju á Eiði. Í vár keypti Sjógæti útróðrarbátin Kallanes frá Eyðólvi Vang úr Klaksvík.

Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá Sjógæti at fáa føroyska manning til útróðrarbátin, tí tók eigarin Hans Marius tað støðu at fáa indunesarar heim at dríva bátin. “Vit skulu bara venja hesar upp til føroysk útróðrarlíkindi, so fer hetta heilt víst at bera til”, segði Hans Marius í Birgi við Norðlýsið fyrr í ár.

Í dag fóru so Eyðólvur Vang sum skipari og Ben Johnny Mellemgaard, sum manning saman við trimum indunesarum av Eiði við Kallanes við kós ímóti Føroya Banka.

Tá vit tosaðu við Eyðólv fyri løtu síðani, segði hann, at streymviðurskiftini vóru ikki tey bestu til hendan túrin, tí høvdu teir bert 70 stampar við. Eg rokni við, at vit fara at hava tvær setur hendan túrin.

Eyðólvur Vang er 69 ára gamalur, tá eg spurdi hann hvussu tað bar til at hann fór við Kallanesi nú, segði hann, at Hans Marius í Birgi hevði heitt á seg um at taka ein túr. Eg eri annars skipari á Kvikki, tað lá fyri hjá mær nú, tí Árni Zachariassen er við kvikki hendan túrin, so eg játtaði at fara ein túr á Bankan, segði 69 ára gamli útróðrarmaðurin tá teir júst høvdu loyst frá bryggju á Eiði.