Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Við fúnaðum stavni hann stendur í vørr óbræddur, so regnið kann rota;…

Oliver Joensen

 

Tað segði Mikkjal Dánjalsson á Ryggi, tá hann yrkti um áttamannafarið.

Í Fuglafirði stendur Kyrjasteinur, ið einaferð hevði stóran týdning fyri Fuglafjørð, ein slupp, ið menn har á staðnum tóku til sín, eftir at hann var upplagstur og bert lá fyri tey á fjørðinum. Ætlanin var, at hann skuldi setast aftur í fornan stand, men tað vísti seg, at bitin var ov stórur og kostnaðarmikil.

Í 2016 tók so Fuglafjarðar kommuna um endan og yvirtók Kyrjastein, sum nú stendur skamt frá mentanarhúsinum í bygdini.

Vit ringdu til borgarstjóran, Sonna á Horni og fregnaðust um, hvat fuglfirðinar ætlaðu sær við snekkjuni.

-Tað er ein góður spurningur, sigur borgarstjórin. Tað er so, at summi her halda at Kyrjasteinur skal standa har hann stendur. Tað er ikki so sjálvdan at brúðarpør lata seg avmyndað saman við gamla gangarinum.  Men tað eru eisini onnur, ið vilja hava vrakið burtur úr eygunum.

Eg má siga, at enn er eingin ætlan fæstløgd um hvør lagnan av skipinum skal vera. Vit hava fregnast hjá skipsteknikarum, teir siga, at skipið er bygt úr eik og at tað væl kann standa soleiðis í nógv nógv ár afturat. So mikið av vætu er í luftini í Føroyum, at eikin tornar ikki upp, tí meta teir at viðurin kann hava nógv ár fyri framman.

Tosað hevur verið um at gera dekkið tætt og at lata upp inn í lastina á einhvønn hátt, soleiðis at skipið møguliga kundi verið brúkt til Parlament ella Undirhús har eldri fólk kunnu hittast.

Men sum sagt, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri, býráðið hevur ikki samtykt nakra endaliga ætlan við Kyrjasteini.

—-

Við Mikkjali á Ryggi kundu vit kanska endað við orðunum: Í aldurdómsárum hann sýnir so prógv, at onkuntíð mundi hann duga.