Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Við Mjølnir-bussi til steypafinalurnar

Jóhann Lützen

Ókeypis bussur koyrir frá Badmintonhøllini leygardagin kl. 11.30 í samband við steypafinalurnar í flogbólti

Mjølnir eru umboðaði í báðum finalunum. Kvinnurnar spæla kl. 13.30 móti SÍ og menninir spæla kl. 16.00 móti SÍ

Nú kunnu allir Mjølnir fjepparar sleppa ókeypis til Havnar. Og fyri at tað ikki skal verða lygn – tey sum koyra í Mjølnir bussinum sleppa eisini ókeypis inn í høllina á Hálsi. 

Bussurin koyrir frá Badmintonhøllini leygardagin kl. 11.30 og fer norðaftur til Klaksvíkar eftir mansfinaluna. 

Mjølnir skipar fyri túrinum. 

Kom so Mjølnir!