Við 29 atkvøðum fyri og einari blankari atkvøðu, gjørdi tingið eina samtykt, sum helst verður orsøk til at fólk í ár framyvir fara at búleikast á Viðareiði og norðanfyri fjall.
Dagurin ídag gjørdist ein søguligur dagur fyri Norðoyggjar. Á løgtinginum varð samtykt at gera tunnilin til Viðareiðis.
29 tingfólk greiddu atkvøðu fyri, imeðan ein atkvøða var blonk. Norðlýsið hevur fingið at vita, at projektið verður boðið út um stutta tíð og roknað verður við at skjøtil verður settur á tunnilin seint í heyst.
Lítið er at ivast í, at hetta er ein verkætlan sum hevur alstóran týdning fyri livilíkindini í landnyrðings Føroyum, tí farleiðin til viðareiðis er ein hin vandamiklasta í landinum og er ikki nøktandi infrakervi til avbjóðingarnar, sum komandi ættarlið fara at hava fyri neyðini.
Byrgingin um Hvannasund varð bygd í 1974 og Múlavegurin var gjørdur miskeiðis í 80 unum men síðani tá eru ongar almennar íløgur norðan fyri fjall samtyktar í løgtinginum.




