Lurta og hygg eftir samrøðuni, ið vit gjørdu við høvuðsvenjaran hjá KÍ í morgun, nú bert fáir tímar eru, til dysturin verður bríklsaður í gongd.
Harafturat verður eisini tosað eitt sindur um støðuna í heimligu kappingini, og spurt verður um KÍ ætlar at styrkja seg til seinnu hálvu av kappingarárinum, hóast liðið hevur verið rættiliga sannførandi í fyrru hálvu.
Mikkjal hevur verið venjari í KÍ síðani september í 2014, og hevur nú longt sáttmálan til 2025. Tað er rættiliga óvanligt fyri venjarar í Føroyum at vera so leingi í starvi, og tí spyrja vit eisini hvat orsøkirnar til tað er.
Frá Riga kunnu vit siga, at spælarahópurin er sera spentur upp á uppgávuna, og fram til dystin í kvøld, fer hópurin at slappa meiri av, og hugsavna seg um stóru uppgávuna.


