Tey sum kenna MC Hár vistu nokk, hvat tey kundu vænta at fáa. Og tað fingu tey eisini.
Tað var ein annarleiðis konsert í mun til tær, sum hava verið í Ver Tjaldinum frammanundan. MC Hár hevði ein sermerktan stíl í 1990’unum og tað var hesin sami stílur, sum koyrdi fríggjakvøldið. Orkufullu sangararnir vóru Rókur Jákupsson og Niels Uni Dam og teir vóru væl upplagdir saman við øllum bólkinum.
Niðanfyri síggja vit ein sang frá framførsluni hjá MC Hár.




