Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Stór avgjøld á vinnuna

John William Joensen

Meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan skrivar: Í mun til aðrar tilfeingisvinnur er gjaldið ovurhond stórt. Hyggja vit at kolvetnislóggávuni, er talan í høvuðsheitum um útlendskar íløgur eftir føroyskum kolvetni. Har er skattur eitt sonevnt royalti, sum er ein tilfeingisskattur upp á 2% av hvørjum litri av olju. Í alivinnuni hevur landsstýrið 10 faldað tøkugjaldið úr 0,5% upp í 5,0% av hvørjum kg av laksi. Hetta er tó lítið av miklum. Fyriliggjandi gjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 20 % av hvørjum kg, alt eftir árstíðunum. Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja, at vinnan skal kunna gera íløgur.

Meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan skrivar: Í mun til aðrar tilfeingisvinnur er gjaldið ovurhond stórt. Hyggja vit at kolvetnislóggávuni, er talan í høvuðsheitum um útlendskar íløgur eftir føroyskum kolvetni. Har er skattur eitt sonevnt royalti, sum er ein tilfeingisskattur upp á 2% av hvørjum litri av olju. Í alivinnuni hevur landsstýrið 10 faldað tøkugjaldið úr 0,5% upp í 5,0% av hvørjum kg av laksi. Hetta er tó lítið av miklum. Fyriliggjandi gjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 20 % av hvørjum kg, alt eftir árstíðunum

. Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja, at vinnan skal kunna gera íløgur. At fiskivinnan haraftur at skal rinda 4 ferðir so nógv tøkugjald sum alivinnan og 10 ferðir so nógv sum ein møgulig oljuvinna sigur alt. Við teimum gjøldum, sum nú skulu verða, svarar tað til, at uppsjóvarvinnan skal rinda 60% í skatti av vinningi, og tað er við verandi prísum og nøgdum. Tað kann skjótt broytast skeiva vegin. Fram er komið, at vinnan arbeiðir við eini røð av íløgum í meirvirkan av svartkjafti. Men ótryggu karmarnir, sum vinnan nú livir undir, kunnu forkoma hesum.

Minnilutin í nevndini sum er samgongan skrivar.

“Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 20 16“, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði fram 15. desember 2015. Víst verður til viðmerkingarnar í tí uppskotinum.

Andstøðan, sum eigur meirilutan í Vinnunevndini, ynskti at fáa Løgtingsins umsiting at greina løgfrøðiligu ivamálini í sambandi við møguligt endurgjaldskr av. Umsitingin sá seg ikki føra fyri at

fáa frágreiðingina lidna, fyrr enn í januar 2016. Samgongan hevur tó skrivað álit í nevnda løgtingsmáli, sum væntandi ikki kann koma til 2. viðgerð fyrr enn í januar 2016. Av hesi orsøk er hetta alternativa inntøkuuppskotið lagt fram. Ætlanin er, at tá uppskotið hjá landsstýrismanninum verður samtykt, so fer henda lóg úr gildi. Minnilutin heldur tað vera rætt, at vinnan rindar fyri fram íhjárættindi til tilfeingið.

Hetta tykist rættiliga breið semja vera um í Løgtinginum, tí hyggja vit at fíggjarkørmunum fyri 2016, sum undanfarna samgonga samtykti, so var ætlan teirra at taka tilfeingisgjøld frá ali

– og fiskivinnuni fyri um leið 290 milliónir krónir. Hetta er umleið tað sama, núverandi samgonga hevur ætlanir um í mun til tilfeingisgjøld.

Minnilutin vísir á, at tað hevur ovurhonds stóran týdning at eggja til meirvirking av øllum fiskatilfeinginum.

Áseting av gjaldi á tilfeingið eigur at avspegla hetta.

Minniluti tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.