Vegna viðlíkahald, er svimjihøllin stongd frá 9-26 desembur. Tunnilsdagin 7. desember er sosatt seinasti møguleiki hjá barnafamiljum og øðrum, at uppliva góðu karmarnar undan jólum
Torkil Mørkøre sigur við Norðlýsið, at flísarnir inni í brúsudeildini og gongin oman í svimjihøllini verða skiftir. Tað er høvuðsumvælingin. Teir eru ov hálir. Hetta tekur einar 14 dagar at gera. Síðani eisini ymiskt annað smátt, sigur Torkil Mørkøre við Norðlýsið.
Vitjanartalið er økt munandi síðani Vælverðuøkið varð tikið í nýtslu fyri umleið einum ári síðani. Hetta hevur elvt enn meira til tørvin at viðlíkahalda svimjihøllina, sum allatíðina er, sigur Torkil Mørkøre við Norðlýsið at enda.



