Nú tingmaðurin Bjarni Hammer hevur verið til almenna umrøðu, skrivaði fyrrverandi borgarstjórin, landsstýrismaðurin og tingmaðurin, Jógvan við Keldu, hesa viðmerking á facebook vanga sínum tann 6. mars 2018
Góðan morgun øll FB-vinfólk míni!
Havi verið úti nú eina heila viku og ikki vitjað FB yvirhøvur. Havi sjálvandi saknað nógv á FB-jørðildinum.
Lat meg siga, at eg havi ongantíð hildið meg verið sartan, havi livað í politiska lívinum í fleiri áratíggir´”havi sagt – onkuntíð – ov nógv og sjálvandi eisini verið noyddur harvið at tikið ímóti”!
Ein orsøk til, at eg trongdi til frið á FB-marknaðinum var, tá eg sá mong sparka liggjandi persónin løgtingsmannin, Bjarna Hammer.
Kenni hann ikki, havi ongantíð heilsa uppá hann, eri ikki politiskt samdur við honum í fleiri førum, hann er sosialdemokratur og hevur tær hugsanir, meðan eg allar tíðir havi verið fólkafloksmaður og borgarligur, tí eg havi altíð hildið, at vinnan skal verjast og fáa frið at skapa og arbeiða.
Men soleiðis, sum Bjarni er viðfarin í fjølmiðlum og eirindaleysum viðmerkingum og ikki minni á FB-marknaðinum, líkist ongum og hoyrir ongastaðni heima!!
Hetta er mál, sum eg havi skilt tað, sum rættarmyndugleikarnir kanna. Lat hesar so tað.
At hava ymiskar meiningar er bæði gott og gevandi, men at royna at yvirganga hvønn annan við at avklæða fólk liggur ómetaliga lágt!
Nú havi eg sagt tað, sum eg havi hugsað og tað verður hervið!
Annars fari eg at ynskja øllum mínum FB-vinum alt gott og landi og fólki okkara eina dygga framtíð!




