Av tí henda samgongan , íð skuldi hava tær ”klokkukláru mannagongdirnar” nú gongur móti landsins lógum,og ikki leggur íslandssáttmálan fyri Fiskivinnuráðið , sum teir sbr. lóg nr. 61 10/5 2000 skulu, fari eg at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum, til nevnda sáttmála.
Eitt sindur ófrættakent, at Fmr. hevur bollast allan januar mána , við at fáa nýggja betri avtalu í lag. Kemur við úrslitið. Har nýggja avtalan er ein Roll-over , av avtaluni 2017. Einasta vit fingu burturúr, vit skvatlaðu burtur 1 mána av ”verðtíðini” 2018.
Hyggja vit at hagtølum frá ”Vørn”, og gera upp í prísum, teir áseta fyri hvørt ár. So síggja vit, at seinastu 5 árini ,2013-2017. Hava føroyingar fiska fyri eitt virðið uppá ca. 628 milliónir í Íslendskum sjógvi.
Somu ár 2013 -2017. Hava íslendarar fiskað fyri 1785 milliónir í Føroyskum sjógvi. Tilsamans 2,4 milliardir, harav føroyingar eiga 24% og íslendarar 76%.
Veit ikki, hvør metir um stabilitetin í samráðingunum, men er ongin varugir við,at hetta er álvarsom slagsíða. So er onkur klappur dottin niðurfyri.
Roknast kann við, at henda slagsíða heldur fram í 2018. Íslendarar hava sett sær einna svartkjaftakvotu uppá 293.000 tons. 25% skulu fiskast í Íslendskum ella altjóða sjógvi. Restin hvar?
Sum granskarar meta um sildina 2018, so verður íslendski parturin í okkara sjógvi, neyvan minni enn 2017.
Eftir lógini um vinnuliga fiskiskap, kunngerðum gjørdar harfrá. Var møguligt, hjá ísfiska línuskipunum íð t.d. Fiskaðu hýsu uppi á vesturlandinum, at tey kundu avreiða til virkir í Íslandi, fyri væl betri prís, enn tey kundu fáa, fyri hesa gomlu hýsu í Føroyum.
Eftir nýggju lógini um”Sjófeingi”, er hesin møguleiki ikki tilstaðar. Her fara helst stór samfelagslig virðir fyri bakka. Mynduleikarnir áttu at kanna málið, og gjørt undantøk.
Hetta vóru nøkur suff, íð ikki kundu gerast á røttum stað.
Tí Landsstýri er vorðið so yvir dekomkratiserað- at tað setur alla ráðgeving til viks.
Vinarliga
Absalon í Buð
Hvílandi limur í Fiskivinnuráðnum



