Enrico Brivio, talsmaður fyri Karmenu Vella, ES kommiserur í fiskivinnumálum, sigur við Norðlýsið í morgun at teir framvegis kanna hvørja ávirkan nýggja føroyska fiskivinnulóggávan hevur á viðurskiftini millum ES og Føroyar
– Sum skilst er m.a. bannað føroyskum skipum at landa aðrastaðni enn í Føroyum. Vit eru sum sagt í ferð við at meta um støðuna og hvussu nýggju lógirnar ávirka viðurskiftini landanna millum. Fyrr enn tað arbeiði er gjørt hava vit ikki fleiri viðmerkingar, sigur Enrico Brivio, talsmaður fyri Karmenu Vella, sum er ES kommiserur í fiskivinnumálum.




