Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Viðvíkjandi sendingini “Nýggjar røddir á tingi”.

Kringvarp Føroya

Miðflokkurin spyr, hví teirra umboð Steffan Klein Poulsen ikki er við í sendingini. Hetta er ein viðkomandi spurningur, nú sendingin snýr seg um nøkur nýggj ung tingfólk.

Á løgtingsvalinum vórðu tey umrøddu fýra tingfólkini – Beinir Johannesen, Ingilín Strøm, Bjarni Kárason Petersen og Hervør Pálsdóttir – beinleiðs vald á ting, og hetta liggur til grund fyri, at tey eru sett saman í sendingini. 

Men í sendingini verður gjørt greitt, at eitt annað ungt valevni, Steffan Klein Poulsen, stóð seg væl á valinum og seinni kom á ting fyri Jenis av Rana. 

At enda í sendingini verður víst á, hvør hesin maðurin er, og hvørjum hann hevur sett sær fyri at arbeiða fyri. 

Ætlanin hevur ikki á nakran hátt verið at avmarka umrøðuna av ávísum sjónarmiðum og persónum. 

Men markið varð sett við beinleiðis vald, tá avgerð varð tikin um at gera longri samrøður við nývald ung.