Lagt varð upp til ein javnan og spennandi dyst, tá Stjørnan í kvøld hevði vitjan av VÍF. Spennandi og javnur bleiv dysturin eisini. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 12-10 til heimaliðið.
Stjørnan fekk ein góðan byrjan uppá seinna hálvleik. Tá leiktir vóru góðir sjey minuttir av seinna hálvleiki, hevði Stjørnan økt um leiðsluna til 18-12, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, serliga var tað álopsspælið, sum slett ikki hekk saman. Ferð eftir ferð blivu mistøk gjørd, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá VÍF. Eisini hevði Stjørnan stórar trupuleikar við at skora uppá brotsspark, trý brotskøst blivu misnýtt. Sum seinni hálvleikur leið, minkaði VÍF støðugt um leiðsluna hjá Stjørnuni, soleiðis at rættiligur spenningur kom í ímóti endanum av dystinum. Fjáltur kom á stjørnuleikarnar, og tær megnaðu ikki at halda høvdið kalt, og tá leiktir vóru 58 minuttir javnaði VÍF til 23-23. Tað eydnaðist ikki Stjørnuni at svara aftur, men við tveimum málum seinastu løtu, kundu VÍF leikararnir fara av vøllinum sum sigursharrar við einum sigri uppá 25-23.




