Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Víkingur vann á ÍF í Sarpugerði

Jákup Ósá

ÍF liðið tykist á pappírinum at vera væl fyri í royndini at flyta upp í Betrideildina beinanvegin.

Víkingur vann 2-0 í Norðragøtu. Hetta var fyrsti venjingardysturin hjá ÍF móti einum Betriliði í ár. ÍF skal í ár spæla í næstbestu deildini eftir niðurflytingina í fjør, men á pappírinum tykist liðið væl mannað, tí flestu leikararnir hava fitt av royndum úr bestu deildini. Teirra millum Andy Olsen, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Hanus Eliasen, Dánjal á Lakjuni og Jan Ó. Ellingsgaard. Merkisvert var at síggja, at hendan dystin spældi Andy Olsen á vinstra bakki, meðan Jan Ó. Ellingsgaard var í álopinum. Hjá Víkingi bleiv 3-4-3 leikskipanin aftur nýtt. Annar av nýggju verjuleikarunum var við hesaferð. Ársins leikari seinastu tvey árini, Sølvi Vatnhamar, hevur skorað í báðum venjingardystunum hjá Víkingi higartil. 

 

 

ÍF-Víkingur 0-2

0-1: Adeshina Lawal (Upplegg: Filip Djordjevic)

0-2: Sølvi Vatnhamar (Upplegg: Hanus Jacobsen)

 

 

ÍF byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Hallgrím G. Hansen – Gunnar Christiansen, Fritleif í Lambanum, Poul N. Mikkelsen, Andy Olsen – Arnold Kristiansen, Frank Poulsen, Andrias Poulsen, Hanus Eliasen – Dánjal á Lakjuni, Jan Ó. Ellingsgaard.

Víkingur spældi við hesum liðnum (3-4-3): Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Dennis Nieblas Moreno – Elias Lervig, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Magnus Jarnskor, Adeshina Lawal, Filip Djordjevic. Seinni komu Hans Jørgen Djurhuus, Hjalti Strømsten og Poul Enok Hansen inn.