Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vikuskiftismøtir í Emmaus

Jóhann Lützen

Í vikuskiftinum 26. – 28. apríl bjóðar Kirkjuligt Missiónsfelag inn til møtir við norðmanninum Per Tveten.

 

Per hevur síðan hann var 19 ár ferðast sum evangelistur hjá Norsk Luthersk Missionssamband. Sum 18 ára gamal kundi hann hvíla í gleðiboðskapinum og kendi tað beinanvegin sum eitt kall, at bera gleðiboðskapin víðari til onnur. Umframt at boða gleðiboðskapin um Jesus er hann eisini kendur fyri at syngja og spæla. Per hevur verið í Føroyuum eina ferð áður og tá talaði hann á Toftum. Hann er giftur Kathrinu, sum eisini er við á ferðini. Yvirskipaða evnið fyri vikuskiftið er “Hann valdi meg”.

 

Fríggjakvøldið tann 26. apríl

Kl. 18.00 Møti v/Per Tveten

Hann valdi meg (Hás. 5,16)

Barnamøti verður í kjallarnum undir møtinum

Drekka eftir møtið

 

Leygardagin tann 27. apríl

Kl. 10.00 Morgunmatur

Kl. 10.30 Bíbliutími v/Ólavur Øre Hansen

Jesus Kristus: okkara rættvísi (Gal. 1,1-5)

Kl. 12.00 Døgurði

Kl. 15.00 Drekka

Kl. 16.00 Bíbliutími v/Per Tveten

Dávid og Absalon (2. Sám. 14,1-8)

Kl. 18.00 Nátturði

Kl. 19.30 Møti v/Per Tveten

Fríur í gleðiboðskapinum (Mark. 9,14-29)

Drekka eftir møtið

 

Sunnudagin tann 28. apríl

Kl. 18.00 Møti v/Per Tveten

Bíbliunnar tvey “Men” (1. Mós. 3,1)

Kvinnukórið í Emmaus syngur

Drekka eftir møtið