Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vil geva ferðafólki bót

Jóhann Lützen

Aftur seinasta vikuskifti máttu 2 ferðafólk bjargast, eftir at tey gingu seg føst í norsku fjøllunum. Nú er leiðarin av norska Reyða Krossi móður og troyttur av turistum, sum leggja líka í ávaringar. ”Tað er púra ørt, sum gongur fyri seg”, sigur hann.

– ”Ferðafólkini leggja onki í ávaringar, og teimum vantar bæði royndir og útgerð, og tað kann eisini seta bjargingarfólkini í vanda”. 

Tvey ferðafólk vórðu bjargað á Reinebringen í Moskenes í Nordland í Noregi. Sum eftirspæl ynskir Reyða Kross-leiðarin Alfred Busch, sum eigur orðini, at turistar fáa bøtur fyri ikki at tryggja seg. Eisini borgarstjórin í Vestvågøy Kommune ynskir fleiri møguleikar fyri at handfara trupulleikarnar av ferðafólki, sum gerast fleiri og fleiri í tali: – ”Tørvur er á lógarbroytingum og meira kunning um vandarnar við at ganga í fjøllunum”, sigur hann.

Farna vikuskifti mátti SAR Queen fara út til Reinebringen, tí at ferðafólk høvdu gingið seg í óføri. Hetta er nakað, sum hendir hvønn tann einasta vetur. Alfred Busch varð kallaður út til hendingina, og tað varð skjótt staðfest, at tað var óforsvarligt at senda fólk niðan á fjallið undir galdandi viðurskiftunum. Tí mátti SAR Queen útkommanderast fyri at bjarga óansnu ferðafólkunum.

– ”Tað kann ikki blíva við at ganga, at ferðafólk sleppa undan at taka atlit og fyrilit til viðurskiftini”, sigur hann. ”Ferðafólkini koma til Lofoten við eini ætlan um at koma upp á okkurt av teimum vælumtóktu fjøllunum, og tey tykjast vilja upp hagar, óansæð hvat tað kostar. Tað er ein trupulleiki, tí nógv av teimum hava hvørki erfaringar ella útgerð til at kunna fara niðan”, sigur Alfred Busch eisini.

Áður hevur verið skotið upp, at tey, sum mugu bjargast, fáa bøtur. Hesum tekur leiðarin fyri Reyða Krossi í Noregi undir við:

– ”Ferðafólkini taka stórar kjansar, og tey seta eisini lívini hjá bjargingarfólkunum upp á spæl, og tí er onki forgjørt í at geva teimum bøtur”, sigur hann, men leggur afturat, at sjálvandi er neyðugt við lógarheimild fyri at kunna geva bót.

 

Kelda: https://www.vg.no/nyheter/innenriks/i/wAMxon/roede-kors-lederen-vil-gi-boeter-til-turister-hodeloese-greier